Loading Events

Norðurglóð & Jóel Pálsson (FO/IS) – HAVNAR JAZZFELAG & TUTL 50 ÁR

FO
Virðislønti íslendski saxfon spælarin, Jóel Pálsson, sum spælir við Arnold Ludvig Quintet á “LIVE @ Maggies ‘18”, kemur til Føroyar at spæla saman við NORÐURGLÒÐ til 50 ára haldið hjá Havnar Jazzfelag og Plátufelaginum Tutl.
_
NORÐURGLÒÐ eru: Arnold Ludvig – bass/tónaskald, Ólavur E. Gaard – gittar, Leivur Thomsen – gittar og Rógvi á Rógvu – trummur.
_
Havnar Jazzfelag (HJF) varð stovnað í 1975, tá Arnold Ludvig var 7 ára gamal. Hann visti einkið um HJF fyrr enn í 1980, tá Arnold byrjaði at spæla bass við bólkinum Play Boys (senni: PLÚMM), sum slapp at brúka spælistaðið hja HJF, PERLAN, til venjingarhøli í 1981. Tá fann hann útav at plátufelagið, TUTL Records, var til og at føroyskur jazz tónleikur kundi hoyrast á ymiskum LP og single plátum. Arnold bleiv rættiliga bergtikin av hesum plátum við bæði lokalum og útlendskum tónleikarum. Hansara størsta fyrimynd tá var óiva føroyski bass spælarin, Jóhannus á Rógvu Joensen, sum var, og er, ein av fremstu tónleikarunum í Føroyum, umframt at hann var tónaskald og framleiðari. Av teimum útlendsku tónleikarunum var tað Holger Laumann (DK) sum gjørdi eitt sterkt inntrykk á Arnold, bæði sum saxofon spælari og tónaskald.
Hendan inspiratiónin kveikti ein dreym í Arnoldi, sum hann tó hevði ilt við at trygva uppá í 1981, sum bara 13 ára gamal. Dreymurin hjá honum var at blíva til ein góðan jazz bassist og tónaskald. Men við tolsemi, áhaldandi venjing, forvitni og treiskni eydnaðist tað at náa dreyminum. Eftir eitt ár í Tónlistarskóli F.Í.H. í Reykjavík, har Arnold studeraði jazz tónleik og fekk lestrarstuðul, útkom plátan “ALLAR ÆTTIR” við Holger Laumann & PLÚMM í 1991 gjøgnum TUTL. Arnold eigur 3 jazz løg henni, umframt eitt lag á “GREEN GATE” plátuni, frá 1998. Í 2005 vann hann virðislønina fyri besta bassleikara á Atlantic Music Event. Í 2013 útkom “VOYAGES” og í 2016 útkom “ICELAND”, báðar við ARNOLD LUDVIG SEXTET gjøgnum TUTL, sum fekk frálík ummæli. Í 2019 fekk Ludvig Masterprógv í tónleiki frá Listaháskúla Íslands. Seinasta útgávan hjá Arnold kom út talgilt í apríl í 2025 við ARNOLD LUDVIG QUINTET. Hetta er forkunnuga “LIVE @ Maggies ‘18” – konsert upptøka, sum kemur út á LP seinni í 2025.

EN
Award-winning Icelandic saxophonist Jóel Pálsson, who plays on Arnold Ludvig Quintet’s “LIVE @ Maggies ‘18” album, will come to the Faroe Islands to perform with NORÐURGLÒÐ for the 50th Anniversary of Havnar Jazzfelag and Tutl Records.

NORÐURGLÒÐ: Arnold Ludvig – bass/composer, Ólavur E. Gaard – guitar, Leivur Thomsen – guitar, and Rógvi á Rógvu – drums.

Havnar Jazzfelag (HJF) was founded in 1975, when Arnold Ludvig was 7 years old. He knew nothing about HJF until 1980, when Arnold started playing bass with the band Play Boys (later: PLÚMM), they managed to use HJF’s venue, PERLAN, as a rehearsal space in 1981. This is when he discovered the existence of TUTL Records and that Faroese jazz could be heard on various LPs and singles. Arnold was quite impressed by these records with both local and foreign musicians. His biggest role model at that time was undoubtedly the Faroese bass player Jóhannus á Rógvu Joensen, who is, and has been, one of the leading musicians in the Faroe Islands, in addition to being a composer and producer. Of the foreign musicians, it was Holger Laumann (DK) who made a strong impression on Arnold, both as a saxophonist and composer.

This insight ignited a dream in Arnold, which he had difficulty fulfilling in 1981, when he was only 13 years old. His dream was to become a good jazz bassist and composer. With patience, persistence, practice, curiosity, and courage, he managed to achieve his dream. After a year at the Music School F.Í.H. in Reykjavik, where Arnold studied jazz music and received a scholarship, the album “ALLAR ÆTTIR” with Holger Laumann & PLÚMM was released in 1991 on TUTL Records. In 1998, Arnold wrote 3 jazz compositions, plus one composition on the album, “GREEN GATE”. In 2005, he won the Best Bassist award at the Atlantic Music Event. In 2013, he released “VOYAGES” and in 2016, Ludvig released “ICELAND”, both with ARNOLD LUDVIG SEXTET on TUTL Records, which received great reviews and was nominated for Best Soloist and Best Band at the 2017 Faroese Music Awards. In 2019, Ludvig received a Master’s degree in Music from the Iceland University of the Arts. Arnold’s latest album was released digitally in April of 2025 with ARNOLD LUDVIG QUINTET. This is the rare “LIVE @ Maggies ‘18” – concert recording, which will be released on LP later in 2025.

 

 

 

 

 

Havnar Jazzfelag
Tórshavnar Kommuna
Koda Kultur
Mentamálaráðið
Mentanargrunnur Landsins
Økistónar

21:00
Fri, November 7, 2025
OY
Free,-