Loading Events

& Bartal + Rútmubeiggjar

& Bartal er illviljað egin og vil so gjarna passa inn. Naljugentan lýsir hann undrunarverdan. Reynadrongurin tvíheldur um, at hann er snedigur. Kúlubøkan á Blábar himmlaði  við eygunum, í tí hon skýrdi hann skald. Tekstirnir eru háfloygdir, orðaríkir og stundum eyðkendir av uttangarðsmáli. Løgini kundu ynskt sær at verði sungin til veitsluborðhald í róðrarneystum kring landið, men vakna við kaldan dreym, á veg út gjøgnum gapið á idiosynkrata sangskrivaranum.

& Bartal hevur seinnu árini staðfest seg sum einleikara á føroyska tónleikapallinum. Við hópin av framførslum, bæði uttanlands og heima á klettunum, hevur hann stútt og støðugt ment tilfar til tónleikaútgávur, ið um ikki ov langa tíð fara at síggja dagsins ljós.

+ Rútmubeiggjar eru heilaga tríeinigtrihaldirihurráheitin – hvørjum rútmiskum tónleiki viðvíkur – í downtown Tórshavn. Beiggibank, Beiggitrýst og Beiggibumm spæla, gud hjálpi tú meg, býin á tamb, tærnar á tá og tónar á trø. Musikalski mátturin er øgiligur! og svingið so hart, at leingið hevur verði grunað um teir eru gjørdir og gitnir í eini rundkoyring.

Beiggibank a.k.a. Hjørtur Háberg. Trummir
Beiggitrýst a.k.a. Kristian Pauli Ellefsen. Tangentar
Beiggibumm a.k.a. Karl Andreas Stórá. Bass

21:00
Thu, October 12, 2023
Blábar
100,-
Singer Songwriter