Loading Events

Dupultkonsert v/ Karsten Vogel & Fagrir Fuglar (DK/FO) og GØ (FO) – HAVNAR JAZZFELAG & TUTL 50 ÁR

FO

Saksofonleikarin Karsten Vogel vitjaði í Føroyum sum leiðari av Burning Red Ivanhoe og Secret Oyster fyrst í 70-árnini. Tað var áðrenn Havnar Jazzfelag varð stovnað í 1975. Í 1976 bað Rólant Thomsen, sum skipaði fyri mentanarstevnu í Føroyum tað árið, Havnar Jazzfelag vera vertir fyri konsertum har Karsten skuldi vera solistur. Tað eydnaðist – húsorkestrið, um man skal kalla tað so, allar-allar fyrstu árini í Havnar Jazzfelag vóru: Kristian Blak (klaver), Kolbein Simonsen (bass) og Jan Jacobsen (trummur). So tað var ein kvartett. Fínt!
Tað sum hendi so, var at Havnar Jazzfelag hevði konsert í (gomlu) B36 húsinum tá. Tað var dupultkonsert við Kræklingum og Karsten Vogel Kvartett. Karsten bleiv bergtikin an spælinum hjá Ólavi Øster á gittari – saman við Kræklingum – og bað Ólav at spæla við kvartettin hjá sær tað kvøldið. Tað gekk avbera væl, og leið til tónleikasamstarv fleiri ár fram.

Man kann siga at ”Veðurløg” (1981) hjá Karsten Vogel, sum var umbiðið (NOMUS) verk frá Havnar Jazzfelag, var eitt av hæddarpunktini í plátuútgávunum tá. Flestu av tónleikarunum sum spæla í bólkinum ”Karsten Vogel & Fagrir Fuglar” nú í oktober hava spælt á júst hesu útgávuni:

Karsten Vogel (saksofon)
Ólavur Øster (gittar)
Kristian Blak (klaver)
Jóhannus á Rógvu Joensen (bass)
– og so kemur Jósva Debes (trummur) afturat.

Karsten hevur vitjað í Føroyum við fleiri ymiskum verkætlanum, og við hesum hevur hann verið við at menna tónleikin í Jazzfelagnum. Serliga tann sermerki rokk-jazz-stílurin, sum hann umboðar.
Vit eru í Havnar Jazzfelag errin av at kunna bjóða Karsten at stjóra tónleikinum enn eina ferð – nú aftaná meir enn 50 ár sum vitjandi tónleikari í Føroyum – og sum fyrstu altjóða solistur í felagnum.

Eftir konsertina við Karsten Vogel & Fagrir Fuglar kemur bólkurin Gø á pallin. Bólkurin GØ bleiv stovnaður í 2015 av fýra ungum tónleikarum, ið vóru troyttir av at spæla pent og rætt. Í dag eru hesir nakrir av mest umbidnu tónleikarunum í Føroyum, og teir halda enn fast í tí somu rebelsku tilgongdini tá teir skriva og spæla tónleik; alt er lov í GØ. Meðan ljóðmyndin, ið GØ skapar, leitar sær aftur til 60’ini og 70’ini, so bera kompositiónirnar brá av film noir, spaghetti western, jazzi og rokki.

Seinasta árið hevur GØ spælt nógv bæði í Føroyum og uttanlands. Eitt nú á Reykjavík Jazz Festival har bólkurin megnaði at imponera íslendsku fjøldina, umframt at fáa góð skoðsmál frá stóra jazzprentinum Jazzwise. Hendan sama framførslan verður nú at uppliva í í OY.
Ólavur Eyðunsson Gaard (gittar)
Kristian Pauli Ellefsen (tangentar)
Árni Jóhannesson, (bass)
Hjørtur Háberg (trummur)
Sjúrður Zachariasson (saksofon)
_
EN
Saxophonist Karsten Vogel visited the Faroe Islands as the leader of Burning Red Ivanhoe and Secret Oyster in the early 1970s. That was before Havnar Jazzfelag was founded in 1975. In 1976, Rólant Thomsen, who organized a cultural festival in Faroe Islands that year, asked Havnar Jazzfelag to host concerts where Karsten was to be a soloist. It worked – the house orchestra, if you should call it that, all-all the first years in Havnar Jazzfelag were: Kristian Blak (piano), Kolbein Simonsen (bass) and Jan Jacobsen (drums). So it was a quartet. Nice!

What happened was that Havnar Jazzfelag had a concert in the (old) B36 building at that time. It was a double concert with Kræklingar and Karsten Vogel Quartet. Karsten was impressed by Ólavur Øster’s guitar playing – together with Kræklingar – and asked Ólav to play with his quartet that night. It went very well, and led to a musical collaboration for several years to come.

It can be said that “Veðurløg” (1981) by Karsten Vogel, which was a commissioned (NOMUS) work from Havnar Jazzfelag, was one of the highlights of the record releases at that time. Most of the musicians who play in the band “Karsten Vogel & Fagrir Fuglar” this October have played on this particular release:

Karsten Vogel (saxophone)
Ólavur Øster (guitar)
Christian Black (keyboard)
Jóhannus á Rógvu Joensen (bass)
– and then comes Jósva Debes (drums)

Karsten has visited the Faroe Islands with several different projects, and with this he has been involved in developing the music in the Jazz Society. Especially the distinctive rock-jazz style it represents.
We at Havnar Jazzfelag are pleased to be able to invite Karsten to conduct the concert once again – now after more than 50 years as a visiting musician in Faroe Islands – and as the first international soloist in the club.

After the concert with Karsten Vogel & Fagrir Fuglar, the band Gø will take the stage.

The band GØ was founded in 2015 by four young musicians who were tired of playing nicely and correctly. Today these are some of the most in-demand musicians in Faroe Islands, and they still stick to the same rebellious approach when they write and play music; everything is praise in GØ. While the poetic image created by GØ looks back to the 60’s and 70’s, the compositions carry traces of film noir, spaghetti western, jazz and rock.

Last year GØ has played a lot both in Faroe Islands and abroad. For example, at the Reykjavík Jazz Festival where the band managed to impress the Icelandic crowd, in addition to getting good reviews from the big jazz press Jazzwise. This same performance will now be experienced in OY.

Ólavur Eyðunsson Gaard (guitar)
Kristian Pauli Ellefsen (piano)
Árni Jóhannesson, (bass)
Hjørtur Háberg (drums)
Sjúrður Zachariasson (saxophone)

Havnar Jazzfelag
Tórshavnar Kommuna
Koda Kultur
Mentamálaráðið
Mentanargrunnur Landsins
Økistónar

21:00
Fri, October 24, 2025
OY
Free,-