Loading Events

Dupultkonsert v/ Yggdrasil (FO) og maður:glotti (FO) – HAVNAR JAZZFELAG & TUTL 50 ÁR

FO

Yggdrasil er eitt norðurlendskt ensemble, ið hevur heimstað í Føroyum. Hon varð stovnað í 1981 og hevur nærum altíð fevnt um tónleikarar úr øðrum londum. Yggdrasil hevur, frá byrjan av, havt eitt serstakt hugtak. Flestu kompositiónir eru gjørdar í samstarvi við aðrar listagreinar ella í summum førum við náttúruna. Tónleikarar, sum hava verið partur av bólkinum, antin á langtíðarstøði ella sum luttakarar í ávísari verkætlan, hava ymiskar tónleikaligar bakgrundir, serliga í jazzi, men eisini í etniskum, fólkatónleiki, rock- og klassiskum tónleiki. Meðan verkini draga hugskot ella tema úr tjóðskaparligum tilfari, so er improvisatión alt frá fríum til klassiskum stíli altíð partur av spølinum.

Gjøgnum árini hava nógvir tónleikarar og listafólk verið uppií verkætlanum hjá Yggdrasil, sum fevna um myndlist, skaldskap, ballett, opera, konsertir í grottum; og alneyðugt fyri Yggdrasil-hugtakið er, at persónligheitin hjá hvørjum einstøkum limi í bólkinum verður hoyrd ella sædd. Hetta ger ljóðið hjá Yggdrasil sanniliga serstakt.

Kristian Blak er klaverleikari, stovnari og høvuðstónaskald í bólkinum. Hann hevur skrivað fleiri stórverk í svituformi til Yggdrasil, flestu av hesum eru útgivin á Tutl. Afturat sær hevur hann –

Kári Sverrisson (sang,gittar), Angeliku Hansen (violin), Heðin Ziska Davidsen (gittar), Mikael Blak (bass) og Per Ingvald Højgaard Petersen (trummur).

Á konsertunum 28. og 29. november luttaka Kári Sverrisson sum sangari og saksofonspælarin Tore Brunborg úr Noregi. Tore var við í Yggdrasil í 1990-ini og luttók bæði í innspælingum Drangar –

https://www.tutlrecords.com/product/concerto-grotto-og-drangar/  og Yggdrasil – https://www.tutlrecords.com/product/yggdrasil/

Kári hevur somuleiðis verið við á konsertferðum víða um og luttekur m.a. á fløguni Risastova ( https://www.tutlrecords.com/product/risastova/ )

Annað:
Yggdrasil hevur síðani 1981 havt konsertir kring heimin: Åland, Finland, Svøriki, Ísland, Noreg, Estland, Litava, Danmark, Lettland, Rusland, Sápmi, Grønland, Argentina, Bolivia, Ný Sæland, Australia, USA, Kanada, Týskland, Eysturríki, Sveis, Holland, Frakland, Italia, Skottland, Siberia, Póland, Suður Afrika og Kina.

https://www.kristianblak.com/yggdrasil
https://www.youtube.com/watch?v=ntg1xQIMWu8
———————————————————————————-
Útgávur á Tutl kunnu síggjast her: https://www.tutlrecords.com/artist/yggdrasil/

Innstillað til Nordic Council Music Prize 2017 sum ensemble, 1998 fyri “Brøytingar” og Kristian Blak sum tónaskald 2011.

Eftir konsertina við Yggdrasil, so kemur maður:glotti á pallin. Teir ið manna bólkin eru Terji Krossteig og Dennis Agerblad. Til konsertina verður Kristin N Bech eisini við. Teir byrjaðu at gera tónleik saman í 1988, tá teir hittust við einum gittara og nøkrum tekstum. Teir hava áður givið út tríggjar fløgur, Sum (1997), Nakin (1999) og Land (2008), og eru kendir fyri sín serstaka blanding av elektroniskum tónum og akustiskum singer-songwriter-stíli.
Terji Krossteig hevur síðani fingið eina karrieru sum blues-sangari við framførslum í Danmark, Týsklandi og í Føroyum, meðan Dennis Agerblad hevur framført sum kabaret- og trash-drag-performari í sjey londum í Evropa.

Dennis Agerblad (sang, kaosspad)
Terji Krossteig (sang, gittar)
Kristin N. Bech (bass)

 

EN

Yggdrasil is a Nordic ensemble based in the Faroe Islands. It was founded in 1981 and has almost always included musicians from other countries. Yggdrasil has, from the beginning, had a special concept. Most compositions are made in collaboration with other art forms or in some cases with nature. Musicians who have been part of the group, either on a long-term basis or as participants in a specific project, have different musical backgrounds, especially in jazz, but also in ethnic, folk, rock and classical music. While the works draw ideas or themes from ethnic material, improvisation ranging from free to classical style is always part of the game.

Over the years, many musicians and artists have been involved in Yggdrasil’s projects, which include visual arts, poetry, ballet, opera, concerts in caves; and essential to the Yggdrasil concept is that the personality of each member of the group is heard or seen. This makes Yggdrasil’s sound truly unique.

Kristian Blak is the pianist, founder and main composer of the band. He has written several major works in suite form for Yggdrasil, most of which are published on Tutl. He is accompanied by –

Kári Sverrisson (vocals, guitar), Angelika Hansen (violin), Heðin Ziska Davidsen (guitar), Mikael Blak (bass) and Per Ingvald Højgaard Petersen (drums).

The concerts on 28 and 29 November will feature Kári Sverrisson as singer and saxophonist Tore Brunborg from Norway. Tore was in Yggdrasil in the 1990s and participated in both recordings Drangar –

https://www.tutlrecords.com/product/concerto-grotto-og-drangar/  and Yggdrasil – https://www.tutlrecords.com/product/yggdrasil/

Kári has also been on concert tours around the world and participates among other things. on the album Risastova             ( https://www.tutlrecords.com/product/risastova/ )

Other:
Since 1981 Yggdrasil has had concerts around the world:  Åland, Finland, Sweden, Iceland, Norway, Estonia, Lithuania, Denmark, Latvia, Russia, Sápmi, Greenland, Argentina, Bolivia, New Zealand, Australia, USA, Canada, Germany, Austria, Switzerland, France, Italy Scotland, Siberia, Poland, South Africa and China.

https://www.kristianblak.com/yggdrasil

————————————————————————————-
Releases on Tutl can be seen here: https://www.tutlrecords.com/artist/yggdrasil/

Nominated for the Nordic Council Music Prize 2017 as an ensemble, 1998 for “Changes” and Kristian Blak as a composer 2011.

After the concert with Yggdrasil –

maður:glotti comes on stage. The band is made up of Terji Krossteig and Dennis Agerblad. Kristin N. Bech will also be at the concert. They started making music together in 1988, when they met with a guitar and some lyrics. They have previously released three albums, Sum (1997), Nakin (1999) and Land (2008), and are known for their unique blend of electronic tones and acoustic singer-songwriter style.
Terji Krossteig has since established a career as a blues singer with performances in Denmark, Germany and the Faroe Islands, while Dennis Agerblad has performed as a cabaret and trash-drag performer in seven European countries.

Dennis Agerblad (song, kaosspad)
Terji Krossteig (vocals, guitar)
Kristin N. Bech (bass)

 

 

 

 

Havnar Jazzfelag
Tórshavnar Kommuna
Koda Kultur
Mentamálaráðið
Mentanargrunnur Landsins
Økistónar

20:30
Sat, November 29, 2025
Tøting
100,-