Loading Events

VETRARJAZZ 2025 – GØ – Útgávukonsert (FO)

FO


Bólkurin GØ bleiv stovnaður í 2015 av fýra ungum tónleikarum, ið vóru troyttir av at spæla pent og rætt. Í dag eru hesir nakrir av mest umbidnu tónleikarunum í Føroyum, og teir halda enn fast í tí somu rebelsku tilgongdini tá teir skriva og spæla tónleik; alt er lov í GØ. Meðan ljóðmyndin, ið GØ skapar, leitar sær aftur til 60’ini og 70’ini, so bera kompositiónirnar brá av film noir, spaghetti western, jazzi og rokki.


Seinasta árið hevur GØ spælt nógv bæði í Føroyum og uttanlands. Eitt nú á Reykjavík Jazz Festival har bólkurin megnaði at imponera íslendsku fjøldina, umframt at fáa góð skoðsmál frá stóra jazzprentinum Jazzwise. Hendan sama framførslan verður nú at uppliva í Føroyum, samstundis sum møguleiki verður at ogna sær spildur nýggju plátuna – “Ævir, Amen”.

 

Ólavur Eyðunsson Gaard (gittar), Kristian Pauli Ellefsen (klaver), Árni Jóhannesson, (bass), Jan Rúni Poulsen (trummur), Sjúrður Zachariasson (saxofon) & Ernst Remmel (trompet), Maria Wang Reinert (trombon), Kristina Thede Johansen (saksofon), Malan M Joensen (fagott)

Keyp JazzPazz á atgongumerki.fo

 

EN

The band GØ was founded in 2015 by four young musicians who were tired of playing nicely and correctly. Today these are some of the most in-demand musicians in Faroe Islands, and they still stick to the same rebellious approach when they write and play music; everything is praise in GØ. While the poetic image created by GØ looks back to the 60’s and 70’s, the compositions carry traces of film noir, spaghetti western, jazz and rock.                                                                                                                                                                                                                 Last year GØ has played a lot both in Faroe Islands and abroad. For example, at the Reykjavík Jazz Festival where the band managed to impress the Icelandic crowd, in addition to getting good reviews from the big jazz press Jazzwise. This same performance will now be experienced in the Faroe Islands, at the same time as there will be an opportunity to acquire the brand new album – “Ævir, Amen”.

 

Ólavur Eyðunsson Gaard (guitar), Kristian Pauli Ellefsen (keys), Árni Jóhannesson, (bass), Jan Rúni Poulsen (drums), Sjúrður Zachariasson (saxophone) & Ernst Remmel (trumpet), Maria Wang Reinert (trombone), Kristina Thede Johansen (saxophone), Malan M Joensen (basoon)

Buy a JazzPazz on atgongumerki.fo 

 

 

Norðurlandahúsið
Norðurlandahúsið
Tórshavnar Kommuna
Mentanargrunnur Landsins
Tórshavnar Musikkskúla
Eeesti Kultuurkapital
Tónlistamiðstöð
Mentamálaráðið
Goethe Institute
JazzDanmark
Hiddenfjord
OY Brewery
Økistónar
Koda
Gramex
Hotel Hafnia
Hotel Tórshavn
Hilton Garden Inn
Snorri Management

22:00
Fri, January 31, 2025
OY
100,-