Loading Events

Dupultkonsert v/ Karsten Vogel & Fagrir Fuglar (DK/FO) og Lyon Hansen (FO) – HAVNAR JAZZFELAG & TUTL 50 ÁR

FO

Saksofonleikarin Karsten Vogel vitjaði í Føroyum sum leiðari av Burning Red Ivanhoe og Secret Oyster fyrst í 70-árnini. Tað var áðrenn Havnar Jazzfelag varð stovnað í 1975. Í 1976 bað Rólant Thomsen, sum skipaði fyri mentanarstevnu í Føroyum tað árið, Havnar Jazzfelag vera vertir fyri konsertum har Karsten skuldi vera solistur. Tað eydnaðist – húsorkestrið, um man skal kalla tað so, allar-allar fyrstu árini í Havnar Jazzfelag vóru: Kristian Blak (klaver), Kolbein Simonsen (bass) og Jan Jacobsen (trummur). So tað var ein kvartett. Fínt!
Tað sum hendi so, var at Havnar Jazzfelag hevði konsert í (gomlu) B36 húsinum tá. Tað var dupultkonsert við Kræklingum og Karsten Vogel Kvartett. Karsten bleiv bergtikin an spælinum hjá Ólavi Øster á gittari – saman við Kræklingum – og bað Ólav at spæla við kvartettin hjá sær tað kvøldið. Tað gekk avbera væl, og leið til tónleikasamstarv fleiri ár fram.

Man kann siga at ”Veðurløg” (1981) hjá Karsten Vogel, sum var umbiðið (NOMUS) verk frá Havnar Jazzfelag, var eitt av hæddarpunktini í plátuútgávunum tá. Flestu av tónleikarunum sum spæla í bólkinum ”Karsten Vogel & Fagrir Fuglar” nú í oktober hava spælt á júst hesu útgávuni:

Karsten Vogel (saksofon)
Ólavur Øster (gittar)
Kristian Blak (klaver)
Jóhannus á Rógvu Joensen (bass)
– og so kemur Jósva Debes (trummur) afturat.

Karsten hevur vitjað í Føroyum við fleiri ymiskum verkætlanum, og við hesum hevur hann verið við at menna tónleikin í Jazzfelagnum. Serliga tann sermerki rokk-jazz-stílurin, sum hann umboðar.
Vit eru í Havnar Jazzfelag errin av at kunna bjóða Karsten at stjóra tónleikinum enn eina ferð – nú aftaná meir enn 50 ár sum vitjandi tónleikari í Føroyum – og sum fyrstu altjóða solistur í felagnum.

 

Eftir konsertina við Karsten Vogel & Fagri Fuglar verður konsert við

sangaranum/sangskrivaranum Lyon Hansen. Grannarnir hjá Lyon Hansen, sum var føddur og uppvaksin í Gøtugjógv, vóru ein kirkja, ein samkoma, ein banki og havið. Sangir hansara eru søgur um sorg og gleði, galskap og frið – har sannleikin gerst lygn, og øvugt. Lýstur av Guardian sum “Nilssoneskur popp-rokkur”, hevur hann eitt ekkó av onkrum fjarskotnum, men tó kendum samstundis. Ein prædika, sum tú ikki hoyrir – men følir. Lyon Hansen hevur fyri stuttum givið út heildarútgávuna “Skull-sized Kingdom”, og fer at spæla eina góða blanding av nýggjum og gomlum sangum hjá sær, umframt nakrar gamlar blúsarar.

Lyon (sang, gittar)

 

EN

Saxophonist Karsten Vogel visited the Faroe Islands as the leader of Burning Red Ivanhoe and Secret Oyster in the early 1970s. That was before Havnar Jazzfelag was founded in 1975. In 1976, Rólant Thomsen, who organized a cultural festival in Faroe Islands that year, asked Havnar Jazzfelag to host concerts where Karsten was to be a soloist. It worked – the house orchestra, if you should call it that, all-all the first years in Havnar Jazzfelag were: Kristian Blak (piano), Kolbein Simonsen (bass) and Jan Jacobsen (drums). So it was a quartet. Nice!
What happened was that Havnar Jazzfelag had a concert in the (old) B36 building at that time. It was a double concert with Kræklingar and Karsten Vogel Quartet. Karsten was impressed by Ólavur Øster’s guitar playing – together with Kræklingar – and asked Ólav to play with his quartet that night. It went very well, and led to a musical collaboration for several years to come.

It can be said that “Veðurløg” (1981) by Karsten Vogel, which was a commissioned (NOMUS) work from Havnar Jazzfelag, was one of the highlights of the record releases at that time. Most of the musicians who play in the band “Karsten Vogel & Fagrir Fuglar” this October have played on this particular release:

Karsten Vogel (saxophone)
Ólavur Øster (guitar)
Kristian Blak (keyboard)
Jóhannus á Rógvu Joensen (bass)
– and then comes Jósva Debes (drums)

Karsten has visited the Faroe Islands with several different projects, and with this he has been involved in developing the music in the Jazz Society. Especially the distinctive rock-jazz style it represents.
We at Havnar Jazzfelag are pleased to be able to invite Karsten to conduct the concert once again – now after more than 50 years as a visiting musician in Faroe Islands – and as the first international soloist in the club.

After the concert with Karsten Vogel & Fagrir Fuglar there will be a concert with

singer/songwriter Lyon Hansen. Born and raised in the town of Gøtugjógv, Lyon Hansen’s next-door neighbours were a church, a congregation hall, a bank, and the ocean. His songs are tales of sorrow and joy, madness and tranquillity – where truth becomes a lie, and the other way around. Described by the Guardian as “Nilssonesque pop-rock”, he has an echo of something distant but familiar at the same time. A sermon you can’t hear – but can feel. Lyon Hansen has recently released the digital album “Skull-sized Kingdom”, and will play a good mix of new and old songs by him, as well as some old blues.

Lyon (vocals, guitar)

 

 

 

 

Havnar Jazzfelag
Tórshavnar Kommuna
Koda Kultur
Mentamálaráðið
Mentanargrunnur Landsins
Økistónar

 

 

20:30
Sat, October 25, 2025
Tøting
Free,-