KRAZPARLÉ
Havnar Jazzfelag skipar fyri konsert í Blábar hóskvøldið 7. januar 2024 kl 21.00, har ein vælbrynjað trio er klár at 3´na á pallin við nýggjum ”sjanger-danger tónleiki”.
Tónleikurin er skrivaður av limunum í bólkinum og flytir seg frá tí einkla sorgblíða, til tað villa og fløkta.
Onki trygdarskeið krevst fyri at lutaka, men ábyrgdin liggur hjá einum sjálvum.
Atgongumerki á 100,- kr
KRAZPARLÉ:
Kristian Pauli Ellefsen, piano
Rógvi á Rógvu, drums
Arnold Ludvig, bass