
Pauli Poulsen Trio
Hóskvøldið 9. november verður Blábar karmur um eitt kvøld við gittarjazzi, tá Pauli Poulsen við síni trio fer at tulka kendar bebop og hard-bop standards. Bólkurin við Rógva á Rógvu á trummum og Arnoldi Ludvig á bassi, hevur nógv ár á baki, og hoyrist hetta á leikandi lætta samanspælinum. Á skránni vera løg hjá eitt nú Charles Mingus, Cole Porter, Thelonious Monk og Paula Poulsen.