Jazzorkestri Api Pipo, undir leiðslu av Alain Apaloo úr Togo, hevur altjóða viðurkendar tungvektarar úr øllum heimspørtum í orkestrinum. Tey spæla eksplosivan, sterkt melodiskan og superharmoniskum afro-jazztónleik við so nógvum groove, at helvtin av tí næstan kundi verið nokk.
Her kanst tú uppliva risastóra orkestrið hjá Alain Apaloo saman við amerikansku altjóða stjørnuni Kurt Rosenwinkel, sum nógv kalla besta gittarleikaran í sínum ættarliði.
Ummælarin Ivan Rod frá Gaffa kallar teirra felags tónleik fyri eina sæla blanding av nútímans vestafrikanskum poppi og sublimum samtíðar heimsjazzi. Saman hava teir givið út tvær Api Pipo fløgur, sum eru í einum flokki fyri seg.
Jazzverkætlanin hjá Apaloo, Api Pipo, vann Danish World Music Award fyri fløguna Floodgate (2009), og fløgan Nunya (2015), sum kom út í samstarvi við Kurt Rosenwinkel, fekk ummælararós víða um.
Kanska er tað tí, at guitarlegendan Eric Clapton bjóðaði teimum báðum at framføra á hansara Crossroads gittarfestivali í Los Angeles í 2023. Her savnaði Apaloo nakrar av sínum kendastu ljóðførisstarvsfeløgum úr øllum heiminum. Á hesi heimstónleikakonsertini fert tú at uppliva gleðina av at síggja tveir av heimsins bestu gittarleikarum í meistarligum samspæli.
Alain Apaloo (sang/gittar), Katrina Petersen (kór), Mariane Bitran (floyta), Simon Spang-Hanssen (saksofon), Gorm Bülow Karrebæk (klaver), Morten Ankarfeldt (bass), Sal Dibba (slagverk), Haim Peskoff (trummur), Kurt Rosenwinkel (gittar)