VETRARJAZZ 2025 – Plúmm (FO)
FO
Plúmm hevur verið til síðani miðskeiðis í 80’unum. Bólkurin hevur virkað bæði sum sjálvstøðugur bólkur og spælt undir hjá øðrum innan fleiri sjangrur – rock, popp og jazz. Best kent er helst samstarvið við Terja Rasmussen “Terji & Føstufressar”. Annars hava limirnir í bólkinum spælt við einum ótali av artistum. Tá ið teir koma saman sum tónleikarar undir egnum fortreytum, er tað undir navninum Plúmm. Lagt verður upp til eina konsert við kaotiskum blandi av sjangrum við intensum, flúgvandi improvisatiónum. Tónleikararnir hjá Plúmm eru allir sjálvlærdir virtuosar, útbúnir, og virðislønarvinnarar.
Teir, ið manna bólkin á Vetrarjazzi 2025, eru:
Magnus Johannesen (keyboards), Arnold Ludvig (bass), Johan Hentze (trompet), Rógvi á Rógvu (trummur) James Olsen (slagverk/sang) og Leivur Thomsen (guitar).
Keyp JazzPazz á atgongumerki.fo
EN
Plúmm was formed in the mid eighties. The group has both functioned independently and played backing for other artists within several genres – rock, pop and jazz. Best known is the collaboration with the singer-songwriter Terji Rasmussen “Terji & Føstufressar”. When they come together on their own musical terms, it’s under the name Plúmm. You can expect a chaotic mixture of different genres with intense flying improvisations. Plúmm’s musicians are all self taught virtuosos, educated, and award winners.
The line-up at Vetrarjazz 2025 are:
Magnus Johannesen (keyboards), Arnold Ludvig (bass), Johan Hentze (trumpet), Rógvi á Rógvu (drums), James Olsen (percussion/vocal) and Leivur Thomsen (guitar).
Buy a JazzPazz on atgongumerki.fo