Volapück & Plúmm
Plúmm
Plúmm hevur røtur aftur til 70’ini, tá nakrir vinir í einum grannalagi í Havn savnaðust at spæla tónleik saman eftir skúlatíð. Fyrsta staklagið hjá Plúmm var lagið Stjørnuskot, sum kom út í 1985, tá teir vóru 16-17 ára gamlir. Seinnu helvt av 80’unum spældu teir egnan jazz-fusiónstónleik, og í 1989 spældu teir undir hjá Terja Rasmussen undir navninum Føstufressar. Fyrra LP’in hjá Føstufressum kom út í 1990. Síðani kom Allar Ættir við Holger Laumann sum í 1991. Í 1999 kom útgávan Greengate við somu manning. Føstufressar fóru aftur í studio og spældu inn Føstufressar tvey í 2011. Í 2020 gav bólkurin út útgávuna Catch undir navninum Plúmm. Plúmm spælir eitt tónleikaslag, sum er ein blanding av rocki, jazzi, funk, country og øðrum. Live framførslurnar hjá teimum bera brá av telepatiskum samanspæli og instrumentaliteti á hægsta stigi.
Johan Hentze – trompet
James Goodwin – slagverk
Arnold Ludvig – bass
Magnus Johannesen – tangentar
Rógvi á Rógvu – trummur
Leivur Thomsen – gittar
Listen to Plúmm: https://open.spotify.com/artist/78OLGqvi3O4zbUqcfewmjm…
Volapück
Volapück er ein nýggjur, alternativur rokkbólkur við fýra limum. Røturnar ganga aftur til mai 2022, tá eitt vinalag byrjaði millum parið – Áslu (vokal) og Magnus (bass) – og Benjamin (el-gittar og keys). Tey fóru at skriva tónleik saman og hava, eftir eitt drúgt ár, endiliga funnið ein samleika at deila. Einastaðni á leiðini fingu tey Vár Miðberg at spæla trummur, og úrslitið bleiv ein eklektisk samanbræðing av tonkum og mynstrum úr ymiskum ættum. Tónleikurin er bæði inspireraður av Radiohead, Red Hot Chili Peppers, psykedeliskum rokki, og jazz-fusion. Volapück høvdu sína fyrstu konsert tann 5. apríl 2023 í Blábar, har tey, fyri fyrstu ferð, spældu sín tónleik alment. Harumframt fingu tey góða móttøku, tá tey spældu á Sement 2023. Summi undraðust enntá á, at tey ikki komu víðari. Konsertin 1. juli 2023 í Niðri Undir verður sostatt triðja konsertin hjá Volapück!
Allir bólkalimirnir vóru virknir tónleikarar áðrenn Volapück. Benjamin kenna vit aftur úr jazz-pop bólkinum deiDei (FO), har hann hevur skrivað stóran part av tónleikinum. Harumframt hevur hann spælt við sangskrivarunum, Benjamin Rajani (FO) og Tinu Mellem (FO/DK); jazz-kollektivinum, Norðurglóð (FO); og rapparanum, Marius DC (FO). Viðvíkjandi hesum seinasta artistinum, Marius DC, so slapp Benjamin bæði at standa á pallinum sum vinnari av Sement 2022, og at spæla á showcase festivalinum, Iceland Airwaves, har heimskenda vikublaðið, Rolling Stone UK, gav jalig ummæli! Men tað er ikki einans Benjamin í bólkinum, sum hevur royndir innan tónleik.
Ásla Astrid Olsen – sang
Benjamin Tausen – elgittar og keys
Magnus Lydersen – bass
Vár Miðberg – trummur
Hoyr Volapück:
YouTube: https://www.youtube.com/watch?v=Qttt47UIYfM
Instagram: https://www.instagram.com/volapuck_band/
Atgongumerki til konsertina fáast her: https://loksholl.fo/events/event/579
Skipað verður fyri bussi úr Havnini til Løkshøll og aftur. Meira kunning seinni.
Jazzpass til allan festivalin (449,-) fæst her: https://mwn.atgongumerki.fo/webshop/event/2317115/order/info
Havnar Jazzfelag bjóðar vælkomin á føroyskum, men bólkarnir á Vetrarjazz velja hvat mál tey velja at tosa undir síni konsert.
Síggjast á Vetrarjazz 2024!
– – – – – – – – – – –
English
Plúmm
Plúmm have roots all the way back to the 70’s, when some friends in a neighbourhood startet playing music together after school. Their first single “Stjørnuskot” was released in 1985, when they were only 16-17 years old. Their latest album “Catch” came out in 2020. Their music is a mix of rock, jazz, fusion, country, and more. Their live concerts are instrumentally on an eminent level, leaving a lot of room for improvisation and fun.
Johan Hentze – trumpet
James Goodwin – percussion
Arnold Ludvig – bass
Magnus Johannesen – keys
Rógvi á Rógvu – drums
Leivur Thomsen – guitar
Hoyr Plúmm: https://open.spotify.com/artist/78OLGqvi3O4zbUqcfewmjm…
Volapück
Volapück is a new alternative rock band with four members. Their roots go back to May 2022, when the couple Ásla (vocals) and Magnus (bass) met Benjamin (electric guitar, keys). They started making music and slowly creating an identity as a band. Somewhere along the way they also got Vár (drums) to join the band which resulted in them becoming an eclectic collision of thoughts and patterns from different places. The music is inspired by bands like Radiohead, Red Hot Chilli Peppers and psychedelic rock and jazz fusion as a whole.
Ásla Astrid Olsen – vocals
Benjamin Tausen – guitar & keys
Magnus Lydersen – bass
Vár Miðberg – drums
Tickets for the concert: https://loksholl.fo/events/event/579
There will be a bus driving from Tórshavn to Løkshøll and back.
Jazzpass Festival tickets (449,-): https://mwn.atgongumerki.fo/webshop/event/2317115/order/info
Havnar Jazzfelag will be introducing the band in Faroese, but all festival musicians will be free to speak on their preferred language.
Facebook event: https://fb.me/e/WdJF2Jrd
See you there!