• VETRARJAZZ 2025 – Espen Berg Trio (NO/FO)

    Blábar Niels Finsens gøta 23, Tórshavn, Streymoy, Faroe Islands

    FO Espen Berg Trio er ein virðislønt klavertrio úr Noregi. Bólkurin, sum Jazz Journal nevnir sum ein av bestu klavertriounum, sum er til í dag, hevur gjørt vart við seg uttan fyri heimlandið, og spælt fyri útseldum tónleikahallum um allan heimin. Tónleikur teirra er eitt persónligt ískoyti til arvin hjá klavertrioini og til menningina av norðurlendska jazzpallinum, við […]

    100DKK
  • VETRARJAZZ 2025 – Jazzarifics & Katrin á Borg (FO)

    Norðurlandahúsið Norðari Ringvegur 14, Tórshavn, Faroe Islands

    FO Barnakonsert Jazzarifics er ein tónleikabólkur úr musikkskúlanum í Vágum, sum spælir jazz og arbeiðir við improvisatión. Bólkurin byrjaði við einum samstarvi millum Musikkskúlan og Improbasen úr Oslo, Noregi. Tónleikarnir eru millum 10-14 ár og hava spælt saman í tvey ár. Tey spæla løg hjá m.a. Sonny Rollins, Cliifford Brown, Duke Ellington o.ø. Jasmin Magnusdóttir […]

    Free
  • VETRARJAZZ 2025 – Mikael Máni Trio (IS)

    Norðurlandahúsið Norðari Ringvegur 14, Tórshavn, Faroe Islands

    FO Eina fína blanding av jazzi, rocki og impressionismu Mikael Máni, gittarleikari og tónaskald, er 4 ferðir tilnevndur til Íslendsku Tónleikavirðislønirnar. Hann er føddur og uppvaksin Reykjavík, og gjørdi vart við seg við síni debutútgávu við heitinum ‘Bobby’ (ein konseptfløga, sum vísir á lívsroyndirnar hjá umstrídda stórmeistaranum í skák, Bobby Fischer). Útgávan fekk spælitíð á […]

    50DKK – 100DKK
  • Havnar Jazzfelag Ársaðalfundur 2025

    Blábar Niels Finsens gøta 23, Tórshavn, Streymoy, Faroe Islands

    Havnar Jazzfelag hevur ársaðalfund tann 20. februar kl. 19:30 í Blábar. Dagsskráin til aðalfundin er hendan: Val av fundarstjóra.Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna árinum.Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram.Val av trimum nevndarlimum, trimum tiltakslimum og einum grannskoðara.Innkomin mál Til tey, ið ikki megna at møta á fundinum, ber til at luttaka talgilt á video.

    Free
  • Íerva

    Blábar Niels Finsens gøta 23, Tórshavn, Streymoy, Faroe Islands

    FO Hvat er hatta fyri eitt ljóð, sum kemur har uppi frá? Onkuntíð er tað sum um eg havi hoyrt tað fyrr, og aðra ferðir skilji eg tað ikki. Er tað stilli sum ger ljóðið ella er tað umvent? Hvat er hatta fyri eitt ljóð, sum kemur har uppi frá? “Íerva” kemur við nýggjari útgávu […]

    100DKK