Andy Irvine & Quilty (IE/SE)
FO Tann svenski bólkurin Quilty er ein sera væl umtóktur tónleikabólkur, ið tulkar siðbundnan írskan tónleik og verður mettur at vera fremsti bólkurin innan írsku fólkatónleikapallina í Skandinavia. Bólkurin varð stovnaður í 1993 og hevur í trý áratíggju framført óteljandi konsertir í Svøríki, Týsklandi og Noregi. Harumframt hevur bólkurin verið við í einari breiðari røð […]